Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sig mær hvat ein ólavsøka er

Jóhann Lutzen

Tann 29. juli fyri skjótt túsund árum síðani fall Noregs kongur, Ólavur Haraldsson, á Stiklastøðum. Eftir at Føroyar komu undir Noregs kong, hava føroyingar hildu vøku, Ólavs vøku, hendan dagin. Men longu væl frammanundan, kanska heila øld, hava føroyingar stevnt móti Tinganesi at halda ting eina ferð um árið. Tinganes uttanfyri Tórshavn var valt at vera tingstaður, tí tað landafrøðiliga liggur miðskeiðis í landinum, og tí tað var politiskt óheft. Her varð ting hildið óbrotið fra 900-talinum og fram til 1816, tá tað varð upployst.

Siðurin at føroyingar savnast og hittast einaferð um árið miðskeiðis í landinum er sostatt yvir túsund ára gamal. Enn tann dag í dag tysja túsundtals føroyingar til Havnar at halda ólavsøku, og enn sum áður liggja fleiri nátt har hjá familju, vinum og kenningum, ið sláa hurðarnar upp á víðan vegg at taka væl ímóti gestum. Tøkk fái Havnin, og fólkið, her býr, fyri tað.


Ólavsøkan er tann seinasta av kappróðrarstevnunum, og teir FM-vinnararnir, sum ikki eru funnir áðrenn, verða funnir her. Fípan Fagra, Firvaldur, Rádni, Sundabáturin, Jallurin, Tofta-Regin og Klaksvíkingur vunnu FM í hvør sínum róðri, og Norðlýsið skal her ynskja teimum hjartaliga tillukku.


Tað verður ov drúgvt á hesum plássi at nevna øll tey mentanarligu tiltøkini, tey átrúnaðarligu møtini, tær listarligu framsýningarnar, tær tónleikaligu upplivingarnar, skrúðgongurnar og alt hitt, sum Havnin hevur at bjóða uppá hesar dagarnar. Eitt sum kortini manglar í ár, er ólavsøkukabarettin. Tað verður helst ikki settur nóg stórur prísur upp á arbeiðið hjá eldsálunum handan kabarettina, tá hon er, men stórur saknur er í teimum, tá hon ikki er.

Ólavsøkuumfar er eisini í fótbóltinum, og seinni í dag bresta javnaldrarnir HB og KÍ saman í klassikaranum av teimum øllum í føroyskum fótbólti. Uttan iva verður hesin dysturin eitt av teimum stóru savningarstøðunum hesa ólavsøkuna.

Er spennandi at fylgja við í ítróttinum á ólavsøku, er ikki minni spennandi at fylgja við í politikki. Kring alt landið eru fólk sera spent uppá, hvat løgmaður, Aksel V. Johannesen, fer at boða Løgtinginum frá um nakrar tímar. Støðan hevur verið turbulent áðrenn summarsteðgin, og spenningurin um, hvørt Føroyar framvegis hava eina virkisføra samgongu, liggur enn í luftini.

Men fyrst og fremst er ólavsøkan tann savnandi hátíðin. Uttan mun til innanhýsis ósemjur savnast øll tingfólkini fyrst til eina savnandi ólavsøkuprædiku í Dómkirkjuni, ið verður varpað í hvørt hús í Føroyum. Og seinni í kvøld savnast túsundtals føroyingar til midnáttarsamkomu á Vaglinum, har hvør fuglur sleppur at syngja við sínum nevi.

Norðlýsið skal við hesum ynskja øllum eina góða ólavsøku.