Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigandi siðsøgulig gonguferð

Tekst og myndir: Dávur Winther

Ein frálík siðsøgulig gongurferð fra Uppsølum og oman á Hæddina í morgun saman við væl uppløgdu feðgunum, Alex og Andras Sólstein. Teir greiddu frá mongum søguligum og eisini sníkti seg onkur skemtilig søga inn ímillum.

Tá ið komið varð oman á Hæddina, kom Ovi Frederiksen út í tún og greiddi frá búsetinum har og annars seyðarakstir og –skipan í Uppsølum.

Ein frálíka upplýsandi ferð og hóast veðrið ikki var av tí besta við nógvum vindi, men turrt, so møttu eini 70 fólk upp til siðsøguligu gonguferðina, sum var patur av Torraskánni, har “Góðan Morgun Føroyar”, við Kára Olsen eisini var við og sendi beinleiðis.

Stóra takka, Alex, Andras, Ovi og Kári og øll tit, sum møttu upp.