Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigfríður er bjartskygdur

Jákup Ósá

Sigfríður Clementsen sigur, at hann og Víkingur eru samdir um at halda fram við samstarvinum næsta ár, tá liðið helst fer eftir meistaraheitinum.

Víkingur setti fyrr í summar Sigfríð Clementsen til venjara. Síðani tá hevur tað gingið væl, har liðið vann steypakappingina og í landskappingini hevur fingið 2,1 stig pr. dyst.


Heldur fram í Víkingi

Sigfríður Clementsen sigur, at hann heldur fram í Víkingi, tí tað manglar nærum bara undirskriftin. Tað hevur gingið væl hjá liðinum og hann heldur, at hópurin hevur havd dygdir og samstundis fingið munagóðan styrk í summar.

– Víkingur misti ov nógv fyrsta partin av kappingini. Har tapti liðið tepurt nakrar ferðir og livdi ikki upp til høgu vónirnar undan kappingini. Tá so Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar komu í hópin í summar, so bleiv tað ein sera týðandi styrkur og við virkaði til, at tað vendi. Sam fór so avstað aftur, men tá var liðið komið i gongd og toldi tað, sigur Sigfríður.


Fara eftir FM heitinum

Sigfríður Clementsen sigur, at stendur tað upp til hansara, so vera stór mál sett næsta ár.

– Støðan í Víkingi er tann, at tað eru nakrir leikarar, sum hava verið við í nógv ár og sum eru komnir í ein aldur, har teir ynskja og vilja stríðast heilt har uppi. Til tað skulu vit varðveita verandi hóp og so fáa styrk av einum-tveimum profilum. Tá tosi eg um ein leikara til sentrala miðvøllin at binda liðið saman og so ein til offensiva partin, har hann skal geva liðinum nøkur mál eisini. Eg havi givið nevndini nøkur ynskir og talan er um leikarar í føroysku kappingini, har vit vita, hvat teir standa fyri, sigur Sigfríður Clementsen.

Hann sigur víðari, at teir fara at melda út, at teir fara at stríðast um FM heitið, um onnur lið ikki vera sterkari enn í ár.

– Vit hava víst, at vit kunnu vera við og fáa góð úrslit. Fáa vit so styrk afturat, so eiga vit at kunna bjóða av, og eg havi ongantíð verið bangin fyri at melda út at fara eftir meistaraheitinum. Men hinvegin, so má man hyggja eftir, hvat er realistiskt. Styrkir KÍ seg við 2-3 leikarum, so kunnu teir kappast um FM. Tí teir hava verið væl við í flestu dystunum og mangla kanska bara mentalt sterkar leikarar fyri at gera, at niðurtúrurin, sum øll lið fáa, ikki varar longri enn 2-3 dystir. Fáa NSÍ og ÍF styrk, so eru tey boð uppá FM vinnara og har eru onnur lið afturat HB, sum altíð fer eftir FM. So hesar komandi vikurnar vera avgerandi, har liðini fara at seta hóparnir saman til næsta ár, sigur Sigfríður Clementsen við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl