Viðmerkjarin há KVF heldur ikki, atKÍ spældi ein nóg góðan dyst ímóti HB.
Sigfríður Clementsen sigur soleiðisum støðuna í KÍ í løtuni:
– Eg haldi, at HB vann dystinuppiborið. KÍ spælir ein dyst uppá tað javna. Álopsspæliðhongur ikki saman, tí teir skapa alt ov lítið, og tá ein leturfýra mál inn, so er tað ikki gott nokk í verjupartinum. HB kemurá odda 3-2 í einum tíðarskeiði, har KÍ er trýst, tí liðiðmegnar als ikki at koma fram á vøllin tá. KÍ hevur ikki orduligafunnið seg sjálvt enn, og tað er ógvuliga spennandi, hvat hendurteir næstu dystirnar, sigur Sigfríður Clementsen sum heldur, atlandsliðssteðgurin kemur væl við hjá KÍ.
Sigfríður leggur afturat, at fekk KÍ brotssparkið sum rætt var, so fekk liðið kanska ein 3-3 javnleik og so var byrjanin góðtikin.
Sí alt innslagið hjá KVF her




