Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigfríður: Tríggir nýggir leikarar eru komnir uppá pláss

Jákup Ósá

HB venjarin sigur, at tríggir føroyskir leikarar væntandi gera sáttmála við HB innan stutta tíð.

HB venjarin sigur, at tríggir føroyskir leikarar væntandi gera sáttmála við HB innan stutta tíð.

Tað er ikki so óvæntað, hvørjir hesir eru, tí teir hava allir royndarvant við HB seinastu vikurnar.

– Andrew av Fløtum og Poul Thomas Dam eru komnir uppá pláss, meðan vit eisini vænta, at Danial Pauli Lervig fer at gera sáttmála við felagið. Har manglar bara tað seinasta, sigur Sigfríður Clementsen. Tá vit spyrja, um meir styrkur er ávegis, so sigur hann, at tað kann vera, at ein leikari kemur afturat.

– Vit hava eygu og oyru úti, um okkurt spennandi er at fáa. Vit tosa møguliga um, at ein leikari kemur inn afturat og tá er tað uttanlands og ein profilur, ið skal gera mun. Men í løtuni eru ikki samráðingar við nakran, so tað kann eisini vera, at hópurin er endaligur, sigur Sigfríður Clementsen. Hann sigur, at tað ikki er nakað serstakt pláss, at brúk er fyri styrki, men at tað heldur er kvaliteturin á einum evt. nýggjum leikara sum telur.

Víkingur og KÍ eru størstu favorittarnir

Sigfríður heldur, at toppliðini í fjør eru favorittar at vinna FM í ár.

– Øll toppliðini eru á pappírinum sterkari enn í fjør. Víkingur og KÍ spæla beinleiðis og við nógvari styrki, meðan B36 og NSÍ kanska spæla líka væl ella betri fótbólt, sigur hann.

Botnliðini fara at arga

HB venjarin heldur, at botnliðini seinastu árini kunnu arga í ár.

– Tá ÍF spælir við teimum fyrstu 11, so hava teir eitt sterkt lið. Skála sær sterkari út enn í fjør og tað er altíð trupult at fara til Suðuroyar at spæla. 07 Vestur tykist sterkt og EB/Streymur hevur nógvar royndir, so teir vera heldur ikki lættir at spæla ímóti, sigur HB venjarin við Norðlýsið.

Málsetningurin er í minsta lagið Europa League luttøka

Sigfríður vil ikki beinleiðis tosa um nakað føroyameistaraheitið, men HB skal í øllum førum hava eitt av topp 4 liðunum afturum seg.

– Vit fara inn fyri at vinna hvønn dyst, men eg haldi tað er ov tíðliga hjá okkum at tosa um nakað føroyameistaraheitið. Tí vit skulu byggja nakað upp og fyrst og fremst skulu vit koma í Europa aftur. So málsetningurin er í minsta lagi at fáa eitt av topp 4 liðunum afturum okkum, so at vit koma út í Europa at spæla í 2018, sigur Sigfríður Clementsen.

Harleyfacadeacryl