Tað stendur nógv uppá spæl og liðini eru rættuliga jøvn,sigur venjarin hjá Víkingi.
Sigfríður Clementsen er venjari hjá Víkingi. Felagið hevurvunnið steypakappingina tvey tey seinastu árini. Fyrr í ár spældu KÍ ogVíkingur landskappingardyst í Klaksvík, har Víkingur var betra liðið leikliga,men har KÍ vann 1-0. Sigfríður væntar líknandi dyst hesaferð.
– – Tað var ein javnur dystur, har vit høvdu veriðnøgdir við ein javnleik. Vit høvdu bóltin meira og kanska teir størrumøguleikarnar, men hyggur ein eftir dystinum sum heild, so var tað rættuligatætt. Og ein líknandi dyst vænti eg eisini í morgin, sigur Sigfríður viðNorðlýsið.
Bárður og Dánjal Pauli mangla
Spurdur um, hvussu stendur til á manningarsíðuni hjáVíkingi, so svarar Sigfríður, at allir mans eru tøkir uttan Bárður Hansen ogDánjal Pauli Lervig. Nógvar leysasøgur hava seinasta døgnið gingið um, at onkurVíkinga leikari skal hava havt disciplin trupulleikar uppundir dystin, menhetta kennir venjarin hjá Víkingi einki til. Sostatt bendur alt á í løtuni, atVíkingur bara manglar Bárð og Dánjal Paula í morgin.




