við undirtittlinum " -frá landnámi til okkara dagar" er bók, eftir Óla Olsen, (abbasonur Óla á Dalinum í Klaksvík), sum júst er útkomin.
Hetta er forvitnislig bók um sigling og útbúgving av yvirmonnum í okkara skipaflota, ja, í skipaflotanum hjá so mongum tjóðum eisini.
Vit fara seinni at nema meira við bókina, men í hesum umfarinum skulu vit her endurprenta brot úr formælinum hjá rithøvundanum sjálvum.
"Í Rybergstíðini í Føroyum – seinnapartin í 18. øld – vera vit varug við fyrstu tekin um frálæru í siglingarlæru á føroyskari jørð. Seinni fara skiparar heima hjá sær sjálvum at læra menn ávegis at sigla, og í 1893 fæst lógarheimild á økinum. Nú koma skiparaskúlarnir, og greitt verður frá hvørjum einstøkum teirra og fyristøðumonnum. Eisini verður nomið við tað stríð, sum Føroya Løgting kom at hava við danskar ríkismyndugleikar – serliga í sambandi við ískoytisútbúgving, sum millum manna kom at verða rópt longdin ella grønlandsprógvið."
Aftast í bókini eru forvitnislig yvirlit, nevniliga "Føroyingar, ið tóku stýrimansprógv í Danmark í elstu tíðum", "Skiparar í bíkstavarøð, – Teir, sum tóku prógv í Føroyum 1894-1928", og "Skiparar í árstalarøð".




