Nógvi vindurin í morgun hevur gjørt tað trupult hjá Dúgvuni at leggja at bryggju í Klaksvík
Tá vit tosaðu við skiparan kl. 9:55 í morgun segði hann at sum veðrið var nú var sera trupult at sigla inn á Klaksvík.
– Vit hava havt trupuleikar í morgun og vantandi verða seinkingar. Vit fara at royna at sleppa úr Klaksvík kl. 10:15. Hann sigur at sambart veðurtíðindunum minkar vindurin seinrapartin, men sum vindurin er nú kunnu fólk rokna við seinkingum, segði skiparin á Dúgvuni Karmal Olsen.




