Tað sær út til at siglingin hjá Sam um Lorvíksfjøð er meira til stuttleika, ella sum arbeiðsterapi. Í øllum førum ger hann lítlan mun í siglingini, nú hann hevur mist pappírini
Fríggjadagin til dømis, kom Sam á Lorvík, tá sera nógvir bilar stóðu og bíðaðu. Fleiri, sum høvdu staðið leingið á keiini í Lorvík roknaðu við at sleppa við, men so var ikki. Tveir teir framstu bilarnir vóru bilar við barnafamiljum. Tá hesir vóru farnir umborð, kundi Sam ikki taka fleiri bilar, tí tá vóru 12 ferðafólk komin umborð. So tann túrin sigldi Sam við 12 fólkum og tveimum bilum, hóast ein long kø av bilum stóð og bíðaði.




