Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigmar Sørensen, næstformaður í NHR: Nýtt neyst til NHR

Norðlýsið

Eitt nýtt neyst verður teknað Norðdepils-/Hvannasunds Róðrarfelag

Eitt nýtt neyst verður teknað Norðdepils-/Hvannasunds Róðrarfelag (NHR) hevur biðið ein arkitekt um at tekna eitt nýtt neyst fyri felagið, sum ætlandi kemur at liggja beint sunnan fyri byrgingina í Hvannasundi, tí har er veðurgott hja bátunum at koma út og inn. Sigmar Sørensen næstformaður upplýsir, at tekningarnar eru komnar væl ávegis. Í samrøðu okkara við næstformannin í NHR, Sigmar Sørensen, spurdu vit eisini, hvussu umstøðurnar hjá felagnum eru (neyst, bátar, venjingarumstøður o.s.fr.), og um ætlanir eru um at gera nakað á tí økinum. – Umstøðurnar – ja, vit eiga eitt neyst, sum vit hava gjørt í stand. Skift tak og hurðar, isolerað, stoypt gólv og drátt. – Har er pláss fyri 2 bátum í neðra og 2 uppiá, men vit mugu ásanna, at neystið er ikki av tí besta. – Vit hava 2 fínar bátar, ið Sámal (Hansen) hevur bygt, eitt 5-mannafar og eitt 6-mannafar, men teir slítast skjótt, við øllum kreftunum, sum hava verið umborð har. Báðir bátarnir hava jú verið føroyameistarar. Givið er, at teir treingja til betri umstøður. Heilt sikkurt, greiðir næstformaðurin í NHR frá. – Tá ið tað kemur til venjingar umstøður – ja, vit hava nógvar góðar maskinur, bæði inniróðrarmaskinur og maskinur til styrkivenjing og annað. Øll venjingarútgerðin stendur í kjallaranum hjá arbeiðsmannafelagshúsinum. Har er eitt stórt høli, men tó kann sigast, at inniklimaði er ikki av tí allarbesta – men tað gongur. – Líka síðan kappróðrarfelagið var endurstovnað, hevur verið tosað um nýtt neyst. Og nýtt neyst bleiv eisini teknað næstan beinanvegin. Eitt fínt neyst, men tá ið kostnaðarmetingar vóru gjørdar, mátti ásannast, at prísurin var nakað høgur, so tekninganar blivu lagdar til viks. – Nú hava vit so fingið ein arkitekt at tekna eitt bíligari neyst. Tekningarnar eru væl ávegis, og eg kann siga, at hetta er eisini eitt fint neyst, upplýsir ein ikki sørt spentur næstformaður. – Neystið kemur at liggja beint sunnan fyri byrgingina í Hvannasundi, tí har er veðurgott hja bátunum at koma út og inn, og so er stykkið nakað planerað eisini. – So er bara at vóna, at tað gongur líka skjótt og væl, sum tað gjørdi hjá Árnafjarðar Róðrarfelag, segði Sigmar Sørensen, næstformaður í NHR, at enda. Vit takka Sigmari fyri samrøðuna og ynskja NHR blíðan byr í 2007.

Harleywoodpaint