Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Signhild vann gull í 200 rygg

Elsebeth Vilhelm

Í vikuskiftinum hevur stóra altjóða svimjikappingin RIG verið í Reykjavík, og átti Ægir fleiri svimjarar, ið luttóku.

Ferðaliðið frá Ægir fór longu yvir til Íslands síðsta mánadag, har teir hava verið á venjingarlegu og luttóku í kappingini Reykjavík International Games í vikuskiftinum.

Sigast kann ikki annað enn, at tað hevur gingist væl. Signhild Joensen vann gull í 200 rygg og silvur í 100 rygg. Rókur Trygvason vann silvur í 200 bringu og 100 frí. Jonna Joensen vann tvær silvur, eina í 50 firvald og eina í 50 frí, og eisini vann hon eina bronsu í 200 frí. Jonna luttók í bólkinum 14 ár og yngri.

Annars kann sigast, at fleiri av svimjararunum komu í A og B finalur, men rokku teirra tíðir ikki til medalju, sjálvt um tíðirnar vóru góðar. Ferðaliðið kom aftur í kvøld, eftir eina góða venjingarlegu og kapping í Íslandi