Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigrun á Eiði

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Tekst & myndir: Dávur Winther

Í dag læt upp forvitnislig fram hjá Sigrun Gunnarsdóttir, har hópin av fólki hevði leitað sær at vera við á Eiði.

Niels Midjord og Elin Hansen sungu og borgjarstjórin á Eiði, Jógvan í Skoruni helt røðu. Borgarstjórin var lítillátin, og segði, at hann ikki hevði gott skil fyri list – tó helt hann, at eitt aðaleyðkenni í listini hjá Sigrun var: Kærleiki. Kærleiki til síni kæru, til tað stóra og til til tað lítla. Til alheimin og lítla, Eiði.

Borgarstjórin vísti á, at Sigrun hevði sýnt fram víða um í heimi – ja, heilt eysturi í Japan, og var tað ikki møguligt at gera upp í peningi, hvussu nóg virði hetta hevði fyri Føroyar og Eiði.

Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær til Eiðis í dag í góðveðrinum og væl varð dekkað upp við turrari grind, turrum fiski, spiki, og øllum, sum har til hoyrir.

Ein frálík frálík framsýning í góðum veðri á einum frálíkum staði, við hópin av fólki. Og tað nýtist ikki at siga, at Sigrun er fantastisk og altjóða, og eitt av okkara serstøku listafólkum.