Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sigrun Gunnarsdóttir listaframsýning í Nuuk

Jóhann Lützen

Undir heitinum ”Tað sum hjartað sær, gloymist ei” letur listaframsýning upp í Nuuk Kunstmuseum 23. august, har Sigrun Gunnarsdóttir sýnir fram 13 av sínum verkum.

Við íblástri úr føroysku og grønlensku náttúruni og fólkalívinum, er myndavavið sera fjølbroytt.

Í løtuni verður heimildarfilmurin ”Heartist” gjørdur um listakvinnuna og er framsýningin í Nuuk ein liður í hesi verkætlan.

Tá framsýningin letur upp kl. 16.00 kemur kenda songkvinnan Ivaana (Ivaana Kristiansen Olsen) at framføra.

Framsýningin er opin til og við 4. september.