Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigtór tekur enn eitt tørn

Danial Viðoy

Sigtór A. Petersen, ið er ein av mest leikandi spælarum okkara, hevur undirskrivað nýggjan sáttmála, ið inniber, at verjuleikarin verður við aftur tá EFFO-deildin verður skotin í gongd. Tillukku við sáttmálanum.

Tíðindaskriv frá 07 Vestur:

Sigtór A. Petersen, ið er ein av mest leikandi spælarum okkara, hevur undirskrivað nýggjan sáttmála, ið inniber, at verjuleikarin verður við aftur tá EFFO-deildin verður skotin í gongd. Tillukku við sáttmálanum.

28-ára gamli verjuleikarin er ein av eldru leikarunum í hópi okkara, bert málverjin er eldri, og við 136 dystum á besta liðið okkara umframt fleiri dystir á 2. liðið, er hann eisini ein av teimum mest rutineraðu. Sigtór var longu við í 2008, tá felagið júst var stovnað, og, undantikið í 2013 og 14, hevur hann verið við síðani.

Flestu dystirnar hevur hann spælt í vinstru síðu í verjuni, tó varð hann óvæntað boð uppá álopsleikara í 2014, tá hann eisini skoraði 9 mál. Í ár hevur Sigtór aftur skift pláss og spældi nærum alt kappingarárið í miðverjuni, sum skipari av ungu verjuni.

Vit gleða okkum yvir at Sigtór heldur fram og ynskja tillukku við nýggju avtaluni!