Heldur ikki í dag eydnaðist tað Stjørnuni at fá stig á kontoina, tá tær høvdu vitjan av VB. Tað gekk javnt á frá byrjan av, tó var tað Stjørnan sum hevði munin, og høvdu tær leiðsluna til um miðan fyrra hálvleik, men so tók VB leiðsluna, og kundi fara til hálvleiks við ein tveymálsleiðslu. Hálvleiksstøðan var 13-11 til VB.
VB hevði munin allan seinna hálvleik, og eitt skifti hevði VB eina leiðslu uppá seks mál, men Stjørnan svaraði aftur, og fekk minkað um munin til trý mál, og hevði enntá møguleikar at minka enn meira um munin, men tær misnýttu tvey brotskøst hesa løtuna. Endaliga úrslitið gjørdist sostatt ein 27-23 sigur til VB.
Munurin var ikki tann stóri á liðunum, men tá eitt lið ger so nógv mistøk, sum Stjørnan gjørdi í dag, so er næstan ómøguligt at vinna.




