Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði: Fuglafjarðar Kommuna – ein spennandi kommuna

John William Joensen

sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, sum heldur at tosið um at leggja Fuglafjørð saman við nýggju Eystur Kommunu – ikki er so aktuelt í løtuni.

– Hetta sigið eg út frá tí at Fulgafjarðar Kommuna er hamiliga væl fyri og framtíðarútlitini eru bjørt.

– Nógv hevur verið tosað um at smærri Kommunurnar megnað ikki at umsita tey økið, sum man lands-politiskt ætlar at leggja út um landið.

– Hetta er ikki rætt, tí um vit taka eldraøkið, sum ætlanin er at leggja út á kommunurnar at umsita, so hava vit sett pening av til eitt nýtt røktarheim við 25 plássum.

– Røktarheim verða jú fíggjaði helvt um helvt við stuðli frá landinum og kommununi – og vit hava sett tann pening av sum er okkara partur.

– Vit hava í løtuni eitt sambýli við 15 búðfólkum og tá nýggja røktarheimið stendur liðugt hava vit vantandi nøktað tann tørv, sum er á hesum økinum.

– Vit fáa í 2008 eini 30 til 35 grundstykkir afturat og tað fer somuleiðis at gera endað á bíðilistanum til grundstykkir.

– Eg haldi ikki at fuglfiringar hava skund við at sleppa sær av við nærdemokratiið – í hvussu so er so leingi sum Kommunan megnar at nøkta tann tørvin sum borgarin hevur.

Fuglafjarðar havn ein inntøkukelda.
Sigurð Simonsen, borgarstjóri, sigur at á komandi fíggjarlóg hevur Fuglafjarðar Kommuna avsett 8 milliónir krónur til íløgur í útbygging av havnalagnum.

– Alt síðan vit byrjaðu at útbyggja havnalagið í Fuglafirði eru íløgurnar komnar aftur í kommunukassan fleiri ferðir.

– Í roknskapinum fyri 2007 eru inntøkurnar frá Fuglafjarðar havn einar 14 milliónir krónur og tá hava vit ikki rokna tær inntøkur, sum vit fáa ígjøgnum skatt av lønum hjá fólki, sum arbeiða á virkunum á havnaøkinum.

– Samlaða skattainntøkan hjá Fuglafjarðar Kommunu er í løtuni 44 milliónir krónur, sum er helvtin av samlaða inntøkunum hjá kommununi, ið samanlagt eru 86 milliónir krónir.

Leggja størri dent á trivnað
Borgarstjórin í Fuglafirði sigur, at ein av stóru avbjóðingunum hjá Fuglafjarðar Kommunu er trivnaðarmálini.

– Í løtuni arbeiða vit við at uppdatera Mentannarhúsið og hevur kommunan sett ein mentannarleiðara í fulltíðarstarv frá 1. januar.

– Arbeitt verður við at gera ungdómshús og annars hevur Fuglafjørður eitt sera ríkt tónleikalív – her eru ikki færri enn trí kór í bygd-ini umframt orkestur.

– Í samband við ítróttina eru vit í ferð við at gera 340 sitipláss við fótbóltsvøllin og tey skullu verða liðug til Formuladeildin byrjar í 2008.