Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigurfarið til viðgerðar á býráðsfundi í Akranesi í morgin

John William Joensen

Regína Ásvaldsdóttir, borgarstjóri í Akranesi, sigur at síðan bankakreppuna hava eingir pengar verið til viðlíkahald av sluppini Sigurfari

Regína Ásvaldsdóttir, borgarstjóri í Akranesi, sigur at síðan bankakreppuna hava eingir pengar verið til viðlíkahald av sluppini Sigurfari

Sigurfari er eitt tað kendasta býarmerki í Akranesi, men borgarstjórin sigur at kommunan hevur ikki ráð til sjálv at renovera ella umvæla sluppin. Sluppin er í so ringum standi at hon er stongd fyri vitjandi.

Tað skulu einar 100 mió. Isl.kr. (20 mió. d.kr) finnast fyri at bjarga skipinum og hóast lyftir frá íslendsku stjórnini er einki hent.

Mentanarnevndin hjá býráðnum hevur nú mælt býráðnum til at taka skipið sundur um einki hendir og í morgin fer býráði at viðgera málið.

Men tað verður neyvan nøkur endalig avgerð tikin beint nú, men vit í okkara kommunu eru einans 6.700 fólk og tí er greitt at vit lyfta ikki einsamøll eina slíka verkætlan og hendir einki í málinum verða vit noydd at taka eina avgerð fyrr ella seinri.

Les meira um Sigurfari her