Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sigursgongdin hjá Stjørnuni heldur fram

Oliver Joensen

Tað var ongin ivi um, hvat betra liðið var, tá Neistin í dag vitjaði Stjørnuna. Eftir hálvleiksstøðuna 13-8 til Stjørnuna endaði dysturin við tryggum heimasigri 29-20

Burtursæð frá eini løtu í seinna hálvleiki, tá tað eydnaðist Neistanum at minka um munin til tvey mál, var talan um greiðan sigur til Stjørnuna.
Stjørnan legði fyri sum eitt óløgi. Tá leiktir vóru 6 minuttir var støðan 6-1 til Stjørnuna. Venjarin hjá Neistanum tók tá timeout. Eftir hetta gekk javnt á til hálvleiks, soleiðis at hávleiksstøðan gjørdist 13-8 til heimaliðið.
Neistin legði bragdliga fyri í seinna hávleiki, við nøkrum góðum skjótálopum eydnaðist tað teimum at hála inn á Stjørnuna, soleiðis at munurin minkaði niður til tvey mál, og spenningur kom aftur í dystin. Við Annu Kristinu á odda svaraði Stjørnan aftur við nøkrum skjótum málum, og tað gekk bert lítil løta, so var munurin aftur 5-6 mál.
Tá samanum kom, so var breiddin á Stjørnuliðnum munandi størri, og tá dómararnir bríkslaðu dystin av, vísti úrslitatalvan 29-20 til Stjørnuna.
Nú trí umfør eru leikt, liggur Stjørnan á odda sum einasta lið við fullum stigatali. Á øðrum plássi er Tjaldur við 5 stigum.
Toppskjúttar hjá Stjørnuni gjørdust Anna Kristina og Una við 6 málum hvør, og Durita Ljósstien við 5 málum. Hjá Neistanum gjørdist Trine M. Olsen toppskjútti við 9 málum.