Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Síl og villaksur væl fyri í ár

Oliver Joensen

Norðlýsið var ein túr á Sandi, har vit royndu ymisk vøtn og eisini at fiska á lánni. Hóast vit ikki fingu tað stóra í nøgd, so sá út til, at tað vit fingu var væl fyri.

Hans Joensen, vælkendi síla og laksafiskarin úr Tórshavn sigur okkum, at hann hevur fylgt væl við laksateljaranum, sum sæst her á síðuni.

Eg havi sæð, at tað sum higartil er komið niðan, sýnist vera eitt árs laksur uppá eini 4 til 6 pund, og laksurin sýnist vera sera væl fyri, tí hann er feitur. Tað at unglaksurin sum kemur niðan tíðliga í ár, og er feitur, ber boð um, at vit kunnu vænta okkum eitt betur laksaár enn í fjørð.

Sjósílini tykjast eisini vera væl fyri, tí tað vit hava sæð higartil, so eru tey bæði stór og feit. Hetta hongur væl saman við at menn hava sæð nógvan sjófugl kring oyggjarnar. Tað kemst uttan ivað av at nógv æti er til nú.

Alt í alt sær fiskiárið hjá frítíðarfiskarum sera spennandi út.