Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sílafiskarar við Vatndalsvatn í Oyndafirði

Oliver Joensen

Hóast føroyski laksurin ikki kom aftur á Leynavatn og Saksunarvatn í ár, so eru føroysk vøtnini væl fyri við sílum og meira enn so ein gongutúr verd.

Fyrr í summar vóru vit báðir Árni Zachariasen við tvey Vatndalsvøtn og fiskaðu síl, nevniliga tað omanfyri Bø og Vatndalsvatn omanfyri Saksun.

Vit hava sett okkum sum mál, at royna øll Vatndalsvøtnini í føroyum og tí avgjørdu vit at fara ein túr til Oyndafjarðar ídag, og ganga teinum, umleið 1,5 kilometur fram við Stóra, niðan Mosuhjalla til Vatndalsvatn.

Veðrið var rættuligt heystvegur, skaddan lá oman í hálvan hagan og tað kendist úr honum. Túrurin niðan er ikki tungur at ganga, so tað gekk okkum hampuliga skjótt. Ímeðan eg gekk og steðgaði á av og á at taka nakrar myndir, gekk Árni fram við ánni, við tráðuni og dryppaði húkin í teir størstu hyljarnar at vita um hann fekk okkurt sílið, men so eigasørt.

Náttúra okkara er ótrúliga vøkur, tað noyðist ein at sanna hvørja ferð ein fær upp í lag at fara ein slíkan túr. Litirnir ídag, grøs, lingur, blókur og soppar, alt í einum lithavi av heystlitum.

Árni er ikki heilt ókendur við soppar, og tí var lag á manni hjá mær at spyrja meg fyri, kanska serliga um hvørjar soppar vera brúktir at blíva skeivur av. Ná men eitt stuttligt prát og nógvar søgur um tað, fingu vit, ímeðan vit gingu niðan.

Um hálvan tíma ella so, brúktu vit. Sera tjúkt í veðrinum var tá vit komu til Vatndalsvatn, men skaddan lætti nakað, ímeðan vit vóru har, tó bleiv ongantíð klárt.

Eg royndi við einum litlum pilki, tí tað vísti seg at vatnið var sera grunt, og nógvur gróður var í vatninum, so trupult var at royna við pilki. Árni royndi seg tí við fluguni. Men vit fingu ikki nógv síl, eg fekk fíra teir tveir tríggjar tímarnar vit vóru við vatnið, og Árni nakað tað sama.

Har sýntist at vera nógv lív í vatninum, men sílini sýntust at vera smá, haldi ikki at tað størsta kom til 30 centimetrar.

Men náttúran er vøkur her uppi, kanska serliga er tað teir mongu vøkru løkirnir, ið renna í vatnið. Áin í rennur frá vatninum er ein á, ið helst hvør smádrongur hevði ynskt sær rann í nærumhvørvinum, hon er sera møk og lítið er at ivast í, at børn og vaksin hugna sær her góðar summardagar.

Hóast fiskieydnan ikki var okkum serliga blið ídag, so fingu vit ríkiligt aftur visuelt og sálarligt.

Eg tók míni fýra síl við heim, tí sílini úr Vatndalsvatnið í Oyndafirði skulu eisini smakkast.