Nógv verður gjørt fyri legurnar og Juvel, tiltakið hjá brøðrasamkomuni í Grønlandi.
Ímorgun hittu vit teir tríggjar John Høj, Kristian Martin Rasmussen og Gotfred Norðoy. Gotfred hevur verið við Juvel í nógv ár. Og hann var líkasum komin at skoða verkið hjá hinum báðum, nú sildin var um at vera íliðin.
Sum flestum helst kunnugt, so var John Høj stjóri á Bollafabrikkini hjá Kjølbro, tíðina á Stongunum áðrenn Kósavirkið bleiv bygt. Á Bollafabrikkini vóru tey komin langt við niðursjóving av ymiskum fugla og fiskaúrdráttum. Serliga vælumtóktir vóru gaffilbitarnir frá Kjølbro tá.
So tá John fæst við at leggja sild í salt og krydd, so hava teir funnið ein mann, ið veit meira enn tey flestu um slíkt arbeiði. John er nú 85 ára gamalur, men “still going strong”, sum tey siga.
Tá vit spurdu Kristian Martin Rasmussen, um hetta vóru royndir, sum felagið Christian í Grótinum fór at byggja víðari á, segði hann avgjørdur. Nei, – hetta er bert privat arbeiði vit gera, og bæði saltsildin og kryddsildin skulu til Grønlands, til tey, ið balast við Juvel II stóran part av árinum, og til matnað á legunum har yviri.
Tó, tosið fall inn á tíðina á Bollafabrikkini. John Høj var eitt sindur harmur um, at vit føroyingar ikki eru komnir longur enn teir vóru komnir tá, seinast í 50-unum og fyrst í 60-unum. Men, segði John Høj, tað skulu sera nógvir pengar til, um so er at onkur ætlar sær undir framleiðslu av sild í dósum ella gløsum. Hinvegin, so hava vit rávøruna, so tað átti at bori til.




