Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sildastovnurin er fleiri ferðir tað granskarar siga

Jógvan Hugo Gardar

Norðhavssildastovnurin er kanska tíggju ferðir so stórur sum fiskifrøðingarnir meta. Tað siga royndir norskir skiparar. Í FiskeribladetFiskaren í dag er ein samrøða við Lars Olav Lie. Hann er ikki í iva um at stovnsmetingin sum fiskifrøðingarnir eru komnir fram til er skeiv. Og talan er ikki um eitt sindur skeiv. Á eini sonarmynd sum er tikin í november – á nátt tá sildin vanliga ikki stendur so tøtt – so metir Lie at bara hendan torvan er minst líka stór sum allur stovnurin sambært serfrøðini.

Norðhavssildastovnurin er kanska tíggju ferðir so stórur sum fiskifrøðingarnir meta. Tað siga royndir norskir skiparar.

Í FiskeribladetFiskaren í dag er ein samrøða við Lars Olav Lie. Hann er ikki í iva um at stovnsmetingin sum fiskifrøðingarnir eru komnir fram til er skeiv. Og talan er ikki um eitt sindur skeiv. Á eini sonarmynd sum er tikin í november – á nátt tá sildin vanliga ikki stendur so tøtt – so metir Lie at bara hendan torvan er minst líka stór sum allur stovnurin sambært serfrøðini.

Lie sigur at hendan myndin av tí føroyingar kalla Norðhavssildin, og norðmenn kalla Norsk-vårgytende sild, vísir eina torvu sum er 1000×2000 metrar í vídd og dýpdin er einar 300 metrar. Hann sigur at ongin skipari hevði tora at koyrt trolið út tá sildin stendur so tætt og í so stórum mongdum. Hvørki trolposar ella maskinorka er á skipunum til so nógvan fisk.

Lie sigur at við tí vanliga umrokningarháttinum, har ein sigur at sildin í meðal er 333 gram og at tað eru 21 sild fyri hvønn kubikkmetur, so vóru 4,2 milliónir tons bara í hesi torvuni sum sonarmyndin vísr. Hann sigur at ongin ivi er um at sildastovnurin er munandi størri enn tað fiskifrøðin sigur, og vísir á at bara í tí eini torvuni kann talan vera um líka nógva sild sum serfrøðin metir at allur stovnurin er. Samstundis eru fráboðanir komnar framvið allari norsku strondini har nógv sild stendur í smærri eindum.

Fiskifrøðingarnir eru komnir fram til at gýtingarstovnurin er uppá 4,12 milliónir tons. Í 2013 var gýtingarstovnurin fimm milliónir tons. Sambært fiskifrøðingunum kann mongdin í torvuni á myndini sum Lie vísir á vera heilt niður í 100.000 tons. Tað vil siga at tað eru meir enn fýra milliónir millum metingina hjá Lie og hjá norsku fiskifrøðingunum.

Fiskifrøðingarnir meta at heildarkvotan ikki eigur at fara uppum 418.500 tons í 2014, meðan hon var 619.000 tons í 2013.

Norsku fiskifrøðingarnir á norsku havstovuni meta at tað Lars Olav Lie sigur ikki kann brúkast, tí serfrøðin heldur ikki at sonarmyndirnar vísa nóg væl hvussu tætt fiskurin stendur. Tí brúka fiskifrøðingarnir fyrst og fremst ekkolodd, men arbeitt verður við at menna sonarmyndirnar so tær geva eina betri heildarmynd.

Lars Olav Lie sigur at tað er bara spurningurin um hvussu tætt sildin stendur sum kann diskuterast, men hann er ikki í iva um at stovnsmetingin er rættuliga skeiv, og talan er sambært honum um at sildastovnurin er munandi betri fyri enn tað serfrøðingarnir hava mett.

Nýggjar fiskiroyndir skulu gerast í vár, og tá vóna norsku skipararnir at eisini fiskifrøðingarnir síggja tað royndu skipararnir siga.