Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sílnet byrjað virksemi í ”Svenborg”

John William Joensen

Fríggjadagin kom rækjutrolarin Ólavur Nolsøe á Klaksvík eftir útgerð frá nóta- og trolvirkinum Sílnet sum hevur savna sítt virksemið á ”Svenborg” í Klaksvík eftir at hava húsast í ymiskum bygningum í Gøtu. Kristian í Lambanum, stjóri í Sílnet sigur at umstøðurnar hjá teimum eru sera góðar í stóra bygninginum sum felagið keypti frá trotabúðnum eftir Landingarmiðstøðina.

Sambært Kristian í Lambanum, keypti Sílnet 85metra langa bygningin fyri 4,75 mió. kr við øllum innbúgvi, maskinum, trukkum og aðrari útgerð.

Vit hava brúk fyri nógvum plássi til okkara virksemið og gongur sum ætlað verður nógv virksemi í bygninginum. Seinastu 12 árini hava vit verið í ymiskum bygningum í Norðagøtu. Vit leitaðu eftir einum plássið at savna okkara virksemi og vóru boðin á ein sera áhugaverdan fund við Vinnustjóran hjá Klaksvíkar Kommunu. Har fingu vit at vita hvørjir møguleikar vóru í Klaksvík og endin var at vit keyptu hesi frálíku høli.

Úr Klaksvík til Svalbard

Fríggjadagin kom rækjutrolarin Ólavur Nolsøe á Klaksvík eftir útgerð frá nóta- og trolvirkinum Sílnet og skiparin Jón Nolsøe Olsen var sera væl nøgdur við tænastuna. Vit fingu ein kaffiprát frá virkisfúsa skiparanum. Samrøðan við skiparan verður prenta í blaðnum seinri.

Harleywoodpaint