Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SILOA – møtir í januar

Poul Jóhan Djurhuus

Samkoman í Siloa í Fuglafirði hevur í fleiri ár givið út eitt mánaðarligt samkomublað, sum Páll á Lakjuni hevur ritstjórnað.

Blaðið eitur Siloablaðið, og hevur 4 síðir í A5 stødd. Blaðið kemur út seinast í mánaðinum, og høvuðsendamálið er at kunna um møtir og annað virksemi í samkomuni tann fyristandandi mánáðan.

Í januarblaðnum stendur, at tað verða tveir vitjandi talarar á møtunum í januar mánaða. Sunnukvøldið 17. Januar kl.18.00 og mikukvøldið 20. januar kl.19.30 fær samkoman vitjan av Absalon Absalonsen, sum kemur at tala ávíkavist um evnini: Umvending og tænasta Paulusar og Lív Paulusar eftir Ápostlasøguna.

Eisini fær samkoman vitjan úr Hirtshals. Tað er Annfinnur Norðbúð, sum er úr Klaksvík, men hevur búð mong ár í Hirtshals. Hann kemur at tala Mikukvøldið 27. januar kl.19.30 og evni hjá honum verður hirðatænastan.

Tað sum annars kann sigast um blaðið er, at lesarin fær upplýsing um ungdómsarbeiði og sunnudagsskúlan í samkomuni. Á baksíðuni er altið ein grein, sum Páll á Lakjuni hevur skrivað.