Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Siloakórið útikonsert við Mentanarhúsið

Jóhann Lützen

Hósdagin, 21. mai, tað er Kristi himmalsferðardag, kl. 17 hevur Siloakórið útikonsert við Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Kórið, ið er knýtt at samkomuni í Siloa,  hevur mong ár á baki og hevur sínar regluligu venjingar eina ferð um vikuna.

 

Eins og við øllum øðrum slíkum virksemi, so hava venjingarnar hjá  Siloakórinum eisini verið av ongum, meðan corona-sóttin hevur herjað. Men síðani myndugleikarnir loyvdu, at 50 fólk kundu savnast, hevur kórið havt nakrar fáar venjingar. Tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar.

 

Kórið fer at syngja í ein tímans tíð saman við lítlum orkestri og solistum. Ætlanin var at syngja til páskastevnuna á Kambsdali, ið varð avlýst, so ivaleyst verður onkur páskasálmur at hoyra.

 

Veðrið hevur alt at siga, um slíkt tiltak skal eydnast til fulnar, og verður tað ikki til vildar, verður farið innum – og sjálvandi verða tilmælini frá myndugleikunum hildin.

 

Konsertin er sum sagt Kristi himmalsferðardag kl. 17.