Nógv spennandi og stuttligt verður á skránni til teir yngstu gestirnar á Summarfestivalinum.
Í samstarvi við Norðoya Sparikassa verður eitt stórt Silvaland sett upp á økinum við Akursmørk í Klaksvík, har børnini fáa høvi at síggja Silva, gyklarar, Trøllapætur og ommuna og mong onnur. Eisini verður møguleiki at klatra, reiggja, skreiða og hoppa.
Silvalandið kemur at standa beint yvir av Vágsbøi, har stóri pallurin er, so børnini kunnu stuttleika sær, meðan tey vaksnu njóta tónleikin.
Børnini fara at uppliva livandi bamsur, sum spæla tónleik og Poppkorn og Dropar koma somuleiðis at syngja og spæla. Har verður ein yvirvaksin gorilla handan klaverið, ein gul bamsa spælir upp á bass, ein haruvinur hjá Silva spælir trummur og ein høsnarungi syngur.
Harafturat verða eisini geitarlomb á økinum, sum børnini fáa loyvi til at kela og klappa.
Ein serlig plakat er gjørd í sambandi við tiltakið, sum Edward Fuglø, listamaður, hevur gjørt. Plakatin er gjørd við íblástri frá gomlu sirkusplakatunum við klovnum uppi í hornunum og annars myndir av øllum teimum serligu gestunum og tilboðunum, ið verða í Silvalandinum.
– Ætlanin var at gera eina plakat, sum bæði er summarslig og festlig, sigur Edward Fuglø.
Øll børn, ið kundu hugsað sær at átt eina tílíka plakat, kunnu støkka inn á gólvið í Norðoya Sparikassa og fáa hana ókeypis.




