Tíðindaskriv – Tónleikasamtakið Grót: Konsertin verður í Tøting í Syðrugøtu, leygarkvøldið 17. Sep. kl. 20.30.
Fyri umleið tveimun árum síðani, vitjaði grönlendingurin Simon Lynge Töting á fyrsta sinnið. Hendan konsertin vísti seg at blíva heilt serliga góð, og hevur fest seg í minni hjá áhoyrarunum, ið vóru so hepnir at verða tilstaðar.
Simon ið er búðsitandi í USA, er helst kendasti grönlendski tónleikarin nakrantíð, hann hevur ferðast kring allan knöttin við sínum vökru lögum og hevur sjáttuna fulla av rósandi ummælum, frá alheimsins viðrismettu fjölmiðlum
Eftir fleiri góðar upplivingar í Föroyum, hevur Lynge avgjört at koma aftur til okkara, við útgávukonsert av hansara spildurnýggju útgávu, sum takk fyri seinast.
Nýggja útgávan er sjálvnevnd, og fyrsta staklagið á útgávuni nevnist “Drum Beat”, ið er eitt gallróp um frælsi og gleði, í eini tíð sum er merkt av ótta og stúran.
https://www.youtube.com/watch?v=wbIPmbsqktc
Simon hevur snikkað nýggju útgávuna til, saman við hansara góðu vinmonnum Noah Rosanes (DK) og Richard Lobb (UK) (ið eisini verður við á Föroyaferðini), og er tónleikurin framleiddur í einum húsum í USA, við útsýni yvir Washington’s Olympic Mountains.
Simon sigur soleiðis um tónleikin á útgávuni:
“Á mínum undanfarnu útgávum, hevði eg eina greiða ætlan, um hvussu tónleikurin skuldi ljóða og lögini vóru lögd tilrættis í hövdi mínum, áðrenn eg fór í upptökuhölini. Hesaferð hevði eg törv á at skapa tónleikin saman við vinum mínum, uttan at alt var lagt tilrættis frammanundan, og lata tónleikin liva í nú´inum, saman við fólki eg eri góður við og sum kenna meg væl.”
Við hesum er komi eitt lívsjáttandi verk, ið rúmar nógvar ymiskar litir og huglög, og sum setir Simon Lynge í eitt nýtt ljós sum sangari og sangskrivari.
Her kanst tú síggja nýggjasta videolagið Halleluja hjá Simon Lynge:
https://www.youtube.com/watch?v=iIHpeaHJJ9s
Her ein upptöka, ið Jákup Eydnugarð tók upp, seinast Simon Lynge vitjaði Töting.
https://www.youtube.com/watch?v=3n0LAd96Sb8
Lyon er ein góður kenningur í Töting, tað er her hann kennir seg heima og tað er serliga her hann avgreiður feitar, inniligar og orkumiklar framförslur hvörja ferð.
Sangarin og tónasmiðurin úr Götugjógv hevur eina sangrödd í serflokki, hann er ein dugnaligur klaver og gittarleikari, og so er tað eitt satt njótilsi at uppliva á palli.
Lyon er búðsitandi í Onglandi, har hann nemur sær tónlistarliga útbúgving, men lukkutíð vitjar hann okkum javnan, og deilir sínar gávur og síni verk við okkum. Tað er okkum altíð ein heiður, at kunna bjóða áhoyrarum til konsert við Lyon.
Atgongumerki á 150 kr. (100 kr. fyri limir), eru at fáa við dyrnar frá kl. 20.00.




