Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Simon Lynge Vitjar Føroyar í vikuskiftinum

Oliver Joensen

Simon Lynge er kendasti gørnlendski tónleikarin nakrantíð. Sum liður av heimsumfatandi tónleikaferð, við nýggju útgávuni “The Absence of Fear”, fer Simon at spíla seg út við tveimun konsertum í Føroyum í vikuskiftinum.

Fríggjakvøldið 2. mei kl. 20.30 í Tøting í Syðrugøtu: Simon Lynge, Ingun Simonsen og Døgg Nónsgjógv.

Leygarkvøldið 3. mei kl. 21.00 í Perluni í Havn: Simon Lynge og Hans Andrias Jacobsen.

Simon Lynge:

Simon Lynge has been to the future, and he likes what he saw, “I saw the mountains and the rivers and the beauty of us all”.

Hesin ungi Grønlendingurin er ikki hvør sum helst. Simon er kendur og hevur spælt kring allan heim, hann hevur ímillum annað verið á tour við Emmylou Harris fyri kortum.

Tónleikarnir á nýggju útgávuni “The Absence of Fear”, spæla vanliga við nøvnum sum Tracy Chapman, Fiona Apple, Stevie Wonder, Prince, Christina Aguilera og Chick Corea.

Konsertin í Tøting og í Perluni, er liður av heimsumfatandi konsertferð við nýggju fløguni “The Absence of Fear”, sum júst er útkomin,

Simon Lynge fær mong og sera góð ummæli kring allan heim, miðlar sum Rolling Stone, Q, BBC, The Sunday Times, News of the World, Music Week og aðrir kendir miðlar, geva tónleikinum hjá Simon mong rósandi orð.

Sí meira her:

http://www.simonlyngemusic.com/website/press.html

Ingun Gorms í Tøting:

Betri kend sum Ingun Simonsen, er sangari og sangskrivari, sum gav tvær plátur út í 80’unum og hittaði við lagnum “Áh, um eg kundi”. Hon var við í bólkunum Knorr og Amigo, sum spældu til dans hvørt vikuskifti í fleiri ár.

Ingun hevur eisini gjørt løg til aðrar tónleikarar og hevur gjørt eitt av løgunum á fyrstu útgávuni hjá Jan Petersen, sum kom út nú í februar.

Døgg Nónsgjógv í Tøting:

Unga songkvinnan Innan Glyvur, er kanska bjartasta stjørnar á føroyska tónleikapallinum í løtuni.

Blaðunga Dögg Nónsgjógv hevur við róligu rödd síni sungið seg inn í föroysku hjörtini. Hetta var m.a. staðfest tá ið Hon vann Föroysku Tónlistarvirðislönina (FMA) fyri “ársins hitt” 2013 fyri sangin “Tú tók mína hond”. Harumframt var hon í uppskoti sum “ársins nýggja navn” í popp-kategoriini.

Hans Andrias Jacobsen í Perluni:

Hans Andrias Jacobsen er ein ungur sangari og tónleikari úr Klaksvík, ið bæði er kendur sum einstaklingur og sum limur í bólkinum Grandma´s Basement.

Í desember 2012 vann hann heiðursløn sum Ársins nýggja tónleikanavn á Planet Awards hjá Miðlahúsinum. Hann syngur fólka og blues kendan tónleik. Hans Andrias er ein av limunum í Grandma’s Basement, sum eisini hevur vunnið eina Planet heiðursløn á Planet Awards 2010.

Atgongumerki á 150 kr., fáast við dyrnar.