Ein nýggj fløga undir heitinum ”Til alle jer, vi før har kendt” er komin á marknaðin. Tað er føroyski útisetin, Simon von Konoy, ið stendur fyri útgávuni.
Einnýggj fløga undir heitinum ”Til alle jer, vi før har kendt” er komin ámarknaðin. Tað er føroyski útisetin, Simon von Konoy, ið stendur fyri útgávuni.
Tólvsangir eru á fløguni, og allir eru á donskum máli. Innihaldið er serafjølbroytt. Løg sum ”Jeg bliver sindssyg”, ”Tømmermænd” og ”Jeg er en gammelhippie” mynda innihaldið.
Íflestum førum er tað Simon, ið eigur bæði orðini og løgini á sangunum. So er tóikki við tittullagnum ”Til alle jer, vi før har kendt”. Talaner um gomlu landapláguna hjá Albert Hammond ”To all the girls we loved before”,sum á sinni m.a. varð sungin av Willie Nelson og Julio Iglesias. Simon syngurhana saman við Jacob Haugaard. Hetta er aðru ferð, at hann syngur tvísong saman við Jacob. Fyri skjóttfimm árum síðani sungu teir í felag sangin ”Fiskafrikadello”, sum eisini finstá hesi fløguni.
Tað erTutl í Havn, ið stendur fyri søluni av skivuni í Føroyum. Í hesum døgum verðureitt eintak av plátuni send til flest miðlar – tó ikki Kringvarp Føroya, iðikki ynskir av fáa fløguna sendandi.




