Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun Gullaksen formaður í Norðoya Fólkafloksfelag

Danial Viðoy

Nevndin í Norðoya Fólkafloksfelag hevur skipað seg av nýggjum og er Símun Gullaksen nýggjur formaður.

Nevndin í Norðoya Fólkafloksfelag hevur skipað seg av nýggjum og er Símun Gullaksen nýggjur formaður.

Símun Gullaksen, sum er virkisfúsur maður og sum m.a. er í gongd við at nútímansgera eitt sláturhús í Hattarvík, er nývaldur formaður í Norðoya Fólkafloksfelag.

Norðoya Fólkafloksfelag mann vera tað sterkasta felagið hjá flokkinum í Føroyum og munnu tey vera fegin um, at hava fingið ein virknisfúsan og ídnan formann.


Nýggja nevndin sær sostatt soleiðis út í dag:

Símun Gullaksen, formaður.
Hallstein E. Jacobsen, næstformaður.
Absalon í Buð, skrivari og kassameistari.

Tiltakslimir:

Rói M. Absalonsen
Ruth Sivertsen
Kári Kallsberg