Móttøka á Handilsvirkinum Niclasen
Beint eftir døgurða í dag, var móttøka á Sp!f Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági. Orsøkin var at nýggjur stjóri er settur á fyritøkuni.
Símin á Høvdanum, ið er væl kendur í handilshøpi kring allar Føroyar og eina mest í Norðoyggjum, hevur nú sett seg við stjóraborði vesturi í Sørvági.
Tað var nevndarformaðurin í Handilsvirkinum Niclasen, ið handaði Símuni lyklarnar. Kristian Mikkelsen hevur verið stjóri undan Símuni, men hann segði fyri Norðlýsinum, tá vit vóru og ynsktu nýggja stjóranum tillukku, at hann kom framhaldandi at arbeiða í handilsfyritøkuni. Kristian segði, at hann hevði valt at fara frá sum stjóri, kanska einamest tí hann vildi hava meira tíð til annað virksemi.
Formaðurin í handilsvirkinum Niclasen greiddi frá, at teir rýggir Niclasen brøðurnir, Edward, Danjal og Jørgin eiga hvør sín triðing í felagnum. Edward Niclasen býr og virkar í Grønlandi, ímeðan Dánjal Niclasen er navigatørur og siglir við Canadiskum skipum. Jørgen Niclasen er yngstur av brøðrunum og er sjálvandi væl kendur her sum landsstýrismaður, formaður í Fólkaflokkinum og annað mangt.
Seks fólk eru í starvið á Handilsvirkinum, eitt á timburdeildini og hini í handlinum.
Eisini í Klaksvík
Á móttøkuni í Sørvági, segði nýggi stjórin, Símin á Høvdanum, at Handilsvirkið Niclasen eisini fór at hava deild í Klaksvík, har ætlanir eru um at bjóða vørur frá Handilsvirkinum út á Varpinum, har Klaksvíkar Timburhandil hevur hildið til í seinastuni.
Norðlýsið ynskir nýggja stjóranum hjartaliga tillukku.




