Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun Kalsø: Eg fari við bussinum í morgun

Jákup Ósá

11 ára gamli Símun Kalsø stóð klárur við við busssteðgistaðið við Oman Eið í morgun.

11 ára gamli Símun Kalsø stóð klárur við við busssteðgistaðið við Oman Eið í morgun.

– Eg vænti ikki, at eg fari av í morgun. Heldur vænti eg, at eg fari ein rundtúr. Eg var eisini ein túr í gjár, segði Símun Kalsø við Norðlýsið.

Jú sigast kann, at býarbussurin setur dám á gerandisdagin í Klaksvík hesar dagarnar. Eitt átak, sum klaksvíkingar skulu venja seg við. Mánadagin byrjar fólkaskúlin aftur eftir summarsteðgin, og tá vera bussarnir helst væl brúktir av skúlaungdómi.