Ferðafólk eru komin at vitja. Smílandi, fyrikomandi, blíð, elska føroyar, vilja bjarga okkum frá óndskapi og bjóða okkum afturfyri at verða tænarar, tá ið tey enn fleiri sum ferðafólk venda aftur at vitja okkum – afturfyri at vit sleppa okkara samleika. Vit fáa í boði at standa framyvirboygd sum tænarar við eitt lítið runt borð við blómsturdúki og við servietti um skøvningin spyrja ferðafólkið, hvat tey ynskja sær. Gera vit ikki tað, so kølna hasi smílini.
15/6-14
Ferðafólk eru komin at vitja. Smílandi, fyrikomandi, blíð, elska føroyar, vilja bjarga okkum frá óndskapi og bjóða okkum afturfyri at verða tænarar, tá ið tey enn fleiri sum ferðafólk venda aftur at vitja okkum – afturfyri at vit sleppa okkara samleika. Vit fáa í boði at standa framyvirboygd sum tænarar við eitt lítið runt borð við blómsturdúki og við servietti um skøvningin spyrja ferðafólkið, hvat tey ynskja sær. Gera vit ikki tað, so kølna hasi smílini.
Men handan smílini og kærleikan, vísa tey okkum longu djúpa vanvirðing á netinum.
Tey vísa ikki at vit veiða við umhugsni, ikki at vit sleppa bólkum aftur til havs, ikki at vit býta fongin millum okkara, ikki at fingið verður til høldar, ikki at vit við takksemi kunnu setast til borðs, ikki at tey, sum dálkað okkara hav, eru tey, sum ikki drepa hval.
Við tilgjørdum myndum eru vit svín og tey, havsins góði seyðahirði. So mikið fyri “smílandi” gestirnar og teirra sanna andlit.
Men trúvið mær sannheit, tað steðgar ikki her, gongur tað, sum plantuetararnir vilja.
Teirra størsta forloysing er at stýra okkum, ráða yvir okkum og soleiðis prógva fyri sínum sponsorum, at enn meiri stuðul, enn meiri peningur og enn fleiri hóttanir boyggja okkum til at liva eftir teirra vilja.
Tað at vit gevast at veiða livandi djór er ikki teirra vinningur, nei! Tað at Havsnis Seyðahirði prógvar, at allur heimurin hevur tørv á sær; tað er teirra vinningur. Og løn teirra verður so, at tey enn meiri og enn fleiri, kunnu gera seg inn á onnur, sum royna at klára seg sjálvi.
Havsins Seyðahirði fer ikki nakrantíð at avtaka seg sjálvan, afturfyri at vit leggja okkum niður – langt, langt frá tí. Hetta er bara leiðin til framhald og næsta mál.
Og til hesin skansin er vunnin, eru vit teirra lívsinnihald og, sum sníkjandi verur liva tey av at súgva okkum til sjálvsnøring. Tí er tað langt frá okkum her niðri og upp til, har hesi fólkini eru.
Nú smílandi gestirnir eru her er greitt, at hesi eru komin við tí fráboðaða endamálið at gera seg inn á lóglig tiltøk – at gera ófrið. Tá ið tað so ber saman okkara millum, hvønn fer so politiið avstað við (um eg so má siga); tí, ið gerð tað hann hevur rætt til, ella tí, ið forðar lógligum atgerðum. Munnu tey ikki fara í skundi at siga politinum, at tey “kenna” seg hótt av okkum. Tá vera tað vit, sum verða burturbeind og politiið fer undir at kanna eitt hóttanarmál.
Jú tað ber væl til at bestemma hvønn melodi orkestrið skal spæla, bara tú dugur snildina.
Vit skulu minnast til, at kunsturin er einfalt at gera fortreð og samstundis vera erkvisin soleiðis, at vit koma at standa sum ófriðarlig. Tað ræður um at seta rætta sjónleikin upp, og tað ber væl til hjá teimum, sum hava royndirnar.
Eitt er púra vist, kemur tað til eina “uppgerð” at gera sína ávirkan galdandi og Havsins Seyðahirði verður steðgaður, forðaður, seinkaður, ella fáa nøkur orð við á vegnum, so verður tað ikki nakar hvalur, ið hevur áhuga, men at filma okkum, at vísa og leggja út á internetið, hvussu Havsins Seyðahirðar verða viðfarnir, hvat teir mugu líða, og fyrst og fremst at vísa, hvussu devilssett vit, fjandans avkom, eru.
Tað er sæð óteljandi ferðir í sjónvarpssendingum og lýsingingarátøkum fyri Havsins seyðahirðum. Tí teirra søk er góð og okkara er ónd og soleiðis brúka tey heimsmiðlarnar til at lýsa okkum.
Vit veruligu havsins børn, eru teimum ikki annað enn hvalspýggjur.
Hugsa sær; tað eru nakrir føroyingar, sum heldur taka teirra partí, enn at lata okkum fáa frið.
Sjálvandi eru hesi eisini friðardýr, og alt gott um tað, men tó – ikki so friðarlig, at tey vilja at vit fáa frið. Eisini tílík atferð er sæð fyrr, hetta, at fólk venda sær ímóti sínum egnu.
P.L.O.




