Einastaðni í vøkru viðarlundini úti í Grøv standa tvær træplantur lið um lið, sum neyvan munnu vera so vanligar her á landi. Altjóða navnið á hesum træslagnum er Araucaria araucana, men sum skilst verður tað vanliga nevnt aputræið ella abernes skræk vegna tær breiðu og spísku nálirnar.
Aputræið stavar frá Kili og vestur Argentina.
Veðurlagið her á landi man tí neyvan vera tað optimala hjá hesum træi, og av somu orsøk hevur býargartnarin, Hans Hjalti Skaale, sett hesi bæði trøini inn ímillum fleiri onnur trø í viðarlundini, tí harvið verður lívdin sum mest.
Sambært upplýsingum á alnótini kann hetta træið gerast rættiliga stórt, men tað er vælsaktans treytað av umstøðunum, har tað stendur.




