Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjáldsamur gestur í hávanum í dag

Oliver Joensen

Ímillum gráspurvar og starar, legði eg merki til ein fugl, ið eg ikki havið sæð áður í havanum her á Hædd. Eftir at hava hugt eftir í bókini “Færøernes fugle. Fakta og tal” eftir Jens-Kjeld Jensen, var eingin ivi, hetta er sjáldsama “Bogfinke” ella Bókígða, sum er føroyska navnið hon hevur fingið. Jens-Kjeld sigur, at hatta er ein gamalur stegi.

Sagt verður um Bókígðuna, at hon sjálvdan eigur í Føroyum, bert tvær ferðir eru reiður funnin og fyrstu ferð í 1972. Men sagt verður at bókígðan ferðast ofta hendanvegin.

Niðanfyri, bókígða ímillum starar og gráspurvar: