Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálv kanningin er ikki eitt tingmál

John William Joensen

Løgtingsformaðurin er ikki samdur við útsøgnina hjá formanninum í Miðflokkinum um at kalla tingið saman her og nú. Fyri at kallað tingið saman má tingið hava eitt mál at viðgera og sjálv kanningin er ikki eitt tingmál. Støðan er púra nýggj fyri løgtingið og um vit skulu fylgja tilmælinum frá Gammeltoft er sera týdningarmikið at rætt verður atborið, sigur løgtingsformaðurin.

Higartil hevur tingið einans havt ein møguleika tað er at reisa misálit men nú leggur kanningarstjórin í niðurstøðu síni upp til at tingið, eins og fólkatingið, fær eina skipan har møguleikar eru fyri at geva átalur og tað tykist verða breið undirtøka fyri at vit fylgja tilmælinum hjá Gammeltoft. Men hetta má gerast rætt og her eru fleiri spurningar sum vit mugu svara.

Eitt er um formansskapurin er rætta forum til at viðgera málið. Formanskapurin kann einans leggja uppskot til samtyktar fyri tingið. Og hvørji mannagongd skal eitt slíkt tingmál frá formannskapinum fylgja og hvussu skal nevndar viðgerin í tinginum verða?

Málið kann ikki fáa eina tilvildarliga viðgerð og so enda í eini nevd sum kanska enntá broytir uppskotið ella niðurstøðuna í kanningini.

Hetta er eitt mál sum verður fyridømi fyri eftirtíðina og tí má formanskapurin saman við umsitingini í løgtinginum verða fult greiður yvir hvussu farast skal fram tá málið verður lagt fyri tingið.

Harafturat skulu 17 undirskriftir til at leggja mál fram fyri tingið og vit eru mitt í summarfrítiðiniso hetta má taka tað tíð sum krevst fyri at gera tingini ordiliga og sum kann verða eitt fyridømi í framtíðini.