Hoyrdi í kringvarpinum at Strandferðslustjórin var spurdur um tað loysti seg at fara undir at umvæla Másan so hann kundi halda fram at sigla.
Hesa loysn kunnu vit als ikki góðtaka. Vit eiga at bjóða útoyggjafólki eina góða og haldbara loysn.
Eykajáttannarlógin kemur til 1 viðgerð á løgtingi týsdagin. Biðið verður um at fáa játtað pening til at gera ábøtur á Ternuna og Rituna. Ætlanin er at Ritan skal røkja Svínoyar/Fugloyarleiðina og Ternan skal setast inn á leiðina um Nólsoyarfjørð.
Dugi ikki at ímynda mær, at fíggjarnevndin, og alt løgtingi, ikki tekur undir við hesi loysn.
Vóni at løgtingi arbeiðir skjótt so ein loysn kann verða funnin, helst innan 1 oktober. Farið í hvussu so er at gera mítt til at so verður. Fugloyingar og Svínoyingar hava krav uppá eina virðiliga loysn, tí kunnu vit ikki góðtaka at hugsa verður um eina loysn har Másin framvegis er áliti, hóast hann hevur verið góður, so hevur hann tænt fyri seg. Ritan hevur víst seg at hóska sera væl til farleiðina og tí vóni og vænti eg at vit kunnu fáa avgreitt hetta málið sum skjótast.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna




