Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvandi vil Javnaðarflokkurin byggja nýggjan studentaskúla í Havn

John William Joensen

– ongantíð og skjótt.

Um so er at tað er satt – og tað fái eg meg illa til at trúgva – at Javnaðarflokkurin er forðingin fyri at vit fáa bygt ein nýggjan studentaskúlan í Havn, so “má vend koma í”.

Javnaðarflokkurin hevur ikki umsitið skúla- og mentamál í farna valskeiði, og kann tí ikki standa til svars fyri, at eingin loysn er funnin. Tað skal politiskt hegni til at fáa semjur í lag um stór mál, og tað fara vit at prógva í næsta valskeiði.

Tá SKAL ein nýggjur studentaskúli byggjast í Havn.Tað er eitt av teimum heilt ítøkiligu vallyftum, sum Javnaðarflokkurin vil geva.Tað stendur rimmarfast – og hesum fari eg at berjast fyri, fái eg nakra politiska ávirkan eftir valið.

Alt bendir á, at tann skilabesta avgerðin er at byggja ein nýggjan skúla, og at tað er ómøguligt, at byggja ein nýggjan skúla í Hoydølum, samstundis sum útbúgvingin skal halda fram í somu hølum.

Eg haldi, at tað er eitt óneyðugt misálit á egnan politiskan mátt, at halda, at ein nýggjur studentaskúli, t.d. í Marknagili, er tað sama sum at oyðileggja verandi studentaskúlaskipan.

Tað er upp til politisku skipanina og til leiðslu skúlans, at tryggja, at tann góða útbúgvingarmentanin, sum ræður kring studentaskúlaútbúgvingina, verður varðveitt og ment í nýggjum hølum – hvar tey so enn verða. Sjálvandi megna vit tað.

Ein nýggjur studentaskúli skal borga fyri betri dygd, størri fjølbroytni og trivnaði í allari útbúgvingarskipanini. Sjálv haldi eg, at tað bert kann vera ein fyrimunur, at byggja upp eitt sterkt og fjølbroytt útbúgvingarumhvørvi, har smærri og kreativar lærugreinir eins og lærugreinir á høgum fakligum stigi kunnu trívast og mennast.

Helena Dam á Neystabø