Hvønn dag er bókasavnið opið. Bókavørðirnir hava skipað eitt hugnaligt bókasavn við viðkomandi bókum. Serliga eru tað føroyskar og danskar bøkur.
Í dag lærdu næmingarnir seg at avgreiða lánið. Her verður tað kallað sjálvavgreiðsla.
Í lesikrókinum uttan fyri bókasavnið sótu nakrir dreingir og lósu. Teir sóu hugaligir út og vóru samdir um, at hetta er ein góð løta.
– Vit lesa mest í skúlanum, og heima spæla vit PlayStation, segði ein við einum argandi smíli.
Ein av dreingjunum var tó skjótur at skjóta inn:
– Aftaná skúlatíð spæla vit eisini fótbólt, onkuntíð eru vit bara úti og spæla.
– Ja, vit eru uppí ítrótti, og vit gera alt møguligt, segði ein annar.
Heima fingu teir javna at vita, at teir ikki kundu sita ov leingi við skíggjan.
– Sjálvt um tað er vell at spæla PlayStation, so kann mann ikki gera tað allatíð, helt ein triði fyri.
So settu teir seg aftur við bókum um fuglar í Føroyum, um Tummas og Fílin, um spøkilsi og so mangt annað, sum bókaheimurin bjóðar teimum.








