Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvdan so nógvir og í so góðum standi

Oliver Joensen

Tað sigur Elmar Simonsen um havhestahungarnar í ár, og harafturat hevur gingið sera væl at selja tað vit hava fingið.

Sambart høvuðsstaðarpressuna fyrr í ár, so stóð illa til við havhestinum í Føroyum. Lítið kom á sjógv og hartil vóru ungarnir í sera vánaligum standi.
Júst tað øvuðgta sigur Elmar Simonsen í Hvannasundi okkum frá. Ungarnir komu í okkara øki nógv seinni á sjógv enn teir plaga, og møguliga hevur hetta samband við, at várið var sera kalt og at hvítt var í fjøllunum og ísur í berginum til eftir Norðoyastevnu.
Elmar hevur skoldað havhestaungar í fleiri ár og hann heldur at ungarnir hava ongantíð verið betur fyri enn í ár. Árini frammanundan hava vit koyrt einar 10 til 20 burtur av hvørjum 100, tí teir hava verið illa fyri, men í ár hevur havhestaungin verið sera væl fyri og eg haldi at síðani eg byrjaði at skolda havi eg ikki sæð so stórar og góðar ungar sum í ár, og hartil hevur verið nógv at fingið.