KÍ-høllin og hennara lagna, hevur stóran áhuga millum Norðoyingar. Mangt er at hoyra og lesa um høllina í hesum døgum, og nú kom ein viðmerking frá Ísak Mikladal.
Eg skilji ikki rættiliga ørindini, men at koma við ábendingum um at yvirtøkuprísurin er ov høgur, tað kann ikki vera rætt!
Dømi: Sum skilst kostar ætlaða badmintonhøllin umleið 12 til 15 mió. kr. Tað kann ikki vera nakar ivi um, at ein høll sum KÍ-høllin man kosta umleið 3 ferðir ta upphæddina at byggja, ella eini 40 mió. kr. Sum aktiv fyri Klaksvík ber als ikki til at áseta virði á høllini. Býurin kann stutt sagt ikki liva uttan eina stóra ítróttarhøll!
Er hon verd 10,3 mió. kr., so er handilin OK sambært Ísak. Hvat nú um hon er verd meira enn 10,3 mió. kr. (og tað er hon sjálvandi) ???? Er tað eisini OK ?
Eg kann bara tulka ætlanina soleiðis, at eigarin KÍ, er í holt við at forera eitt aktiv burtur, ið er vert fleiri ferðir tað sum ætlaði yvirtøkuprísurin ljóðar uppá, óansæð hvussu man annars konstruerar roknistykkið. Tú kanst konstruera tað soleiðis, at prísurin verður 20 mió. kr. og hvat so ? Tað er framhaldandi ein forering!
Tað einasta feløgini, UEFA ella Ísak, møguliga kunnu gera í hesum málið, er at átala at eitt av teirra limafeløgum ætlar at geva sínar ognir burtur og harvið, vónandi ótilvitað, avlagar sínar egnu møguleikar í kappingini við hini feløgini!!!
Viðvíkjandi kappingaravlaging, so kann óiva peikast á mong onnur viðurskifti í føroyskum ítrótti, men tað er ein onnur søga.
Heri Ellingsgaard




