Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvsognar stovnurin á Kráarbrekku hækkar lánibyrðu fyri at keypa býráðið út?

John William Joensen

Í vikuni varð avtala gjørd millum leiðsluna í Klaksvíkar Kommunu og Bústaðir at framyvir fara Bústaðir at reka og leiga út eldraíbúðirnar á Kráarbrekku. Bústaðir hava saman við Klaksvíkar kommunu átt og fíggjað Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku, men nú eru íbúðirnar seldar Bústøðum úr sjálvsognarstovninum. Keypsprísurin var slakar 18 mió. kr.

Í vikuni varð avtala gjørd millum leiðsluna í Klaksvíkar Kommunu og Bústaðir at framyvir fara Bústaðir at reka og leiga út eldraíbúðirnar á Kráarbrekku. Bústaðir hava saman við Klaksvíkar kommunu átt og fíggjað Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku, men nú eru íbúðirnar seldar Bústøðum úr sjálvsognarstovninum. Keypsprísurin var slakar 18 mió. kr.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og formaður í stýrinum fyri Sjálvsognarstovnin, hevur alment fegnast um at Bústaðir nú hava keypt íbúðirnar og týskvøldið vóru umboð frá Bústøðum, saman við umboðum frá Klaksvíkar kommunu, og kunnaðu leigararnar á Kráarbrekku um keypið.

Avgerð tikin uttan at málið hevur verið viðgjørt í býráðnum?

Tað er ikki gerandisdagur at eitt slíkt mál har kommunan selur eina ogn fyri 18 mió. kr. ikki frammanundan hevur eina almenna viðgerð og tá Norðlýsið frætti um ætlanina fyri umleið 14 døgum síðan bóðu vit umsitingina um innlit, men hetta var nokta vísandi til at málið var ikki avgreitt í býráðnum.

Men eftir at borgarstjórin og stjórin í Bústaðir hava verið alment úti og boða frá søluni, spurdu vit umsitingina um almenningurin nú kundi fáa innlit.

Umsitingin hjá Klaksvíkar Kommunu svarar soleiðis:

..enn eru ikki øll viðurskifti hesum viðvíkjandi endaliga avgreidd. Tað er ikki kommunan, ið eigur íbúðirnar undir Kráarbrekku, men ein onnur sjálvstøðug, løgfrøðilig eind, ið sum kunnugt er Sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku. Tí er kommununnar leiklutur ikki so beinleiðis í hesum máli, men sum ein av stovnarunum av sjálvsognarstovninum fær býráðið málið fyrilagt komandi fundarumfar. Tú frættir frá okkum aftur, tá ið henda viðgerð hevur verið…..

Hetta svar sigur so mikið at avgerðin at selja Bústaðir tær 24 eldraíbúðirnar er enn ikki viðgjørd í býráðnum. Ikki fyrr enn í komandi viku verður málið lagt fyri býráðsnevndirnar og síðani fyri býráðið.

Sum skilst hevur sjálvsognarstovnurin sum eigur eldraíbúðirnar á Kráarbrekku hækka lánibyrðuna 6 mió. kr. fyri at kunna keypa Klaksvíkar Kommunu út.

Eisini ljóðar at Bústaðir og Klaksvíkar Kommuna arbeiða við at gera eina avtalu har Klaksvíkar Kommuna bindir seg til at keypa ella leiga ein part av handilsøkinum sum verður partur av framtíðar miðbýnum.

Norðlýsið hevur roynt at fingið viðmerkingar til málið frá býráðslimum, men tað hevur ikki eydnast. Gunvá við Keldu sigur heilt stutt at minnilutin í býráðnum hevur sent borgarstjóranum bræv sum tey vilja hava svara áðrenn tey fara út við almennum viðmerkingum.