Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjálvstýrisflokkurin nýggjan bygnað

Sjálvstýrisflokkurin

Sjálvstýrisflokkurin hevur gjørt umfatandi broytingar av bygnaðinum hjá sær. Landsfelag Sjálvstýrisfloksins hevur fingið nýggjar viðtøkur og karmar at arbeið undir

Eisini økisfeløgini hjá flokkinum hava fingið nýggjar og tíðarhóskandi viðtøkur.

Hetta er eisini orsaka av, at Føroyar eru eitt valdømi, og tí er bygnaðurin lagaðar til hesar umstøður.

 

Limirnir í Landsfelag Sjálvstýrisfloksins eru:

  • Norðoya Sjálvstýrisfelag,
  • Eysturoyar Sjálvstýrisfelag,
  • Streymoyar Sjálvstýrisfelag
  • Suðuroyar Sjálvstýrisfelag
  • Unga Sjálvstýri.

 

Arbeitt verður við at stovna feløg í øllum økjum í landinum. Har eingi feløg eru ber til at gerast beinleiðis limir.

Tørvur hevur verði á at eftirmett øll viðurskiftir í flokkinum, og við hesum broytingum, metur Sámal Petur í Grund, floksformaður og Andrias Jacobsen, formaður í landsnevndini, at fólk fáa høvi í størri mun, at kunna seg um viðurskiftir floksins á ein góðan og náttúrligan hátt.

 

Eisini nýggja heimasíðu

Um stutta tíð fær Sjálvstýrisflokkurin eisini nýggja heimasíðu, har sjóneykan verður sett á økt virksemið, bæði tá talan er um virksemið hjá landsfelagnum, og umfatandi broytt virksemið hjá økisfeløgum.

Á heimasíðuni verða sjónarmið floksins væl lýst, og til ber at fáa innlit í floksins støðu til dags aktuellar spurningar.

Harleywoodpaint