Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvvilligur heimleysur prógvar, at ameriskanski dreymurin framvegis er á lívi

John William Joensen

Adam Shepard avgjørdi, at hann ætlaði at prógva, at amerikanski dreymurin framvegis er á lívi.

Hann havnaði øllum fyri at arbeiða seg frá botninum – og tað eydnaðist.

Adam Shepard fór út á eina meiri óvanliga ferð á sumri 2006. Han havnaði samleika sínum sum nýútbúgvin bachelor frá Merrimack College í Massachucets í USA, fekk sær 25 dollarar í lumman, eina ítróttatasku við mest vanligu lutunum í hondini og fór síðani út í heim sum ….heimleysur.

Málið var at royna, um amerikanski dreymurin framvegis var á lívi. Í eitt ár ætlaði hann – uttan at brúka síni útbúgvingarprógv ella sambond við verandi netverkið – at fáa sær arbeiði, bústað, bil og ein uppsparing við 2.500 dollarum.

Fyrstu 70 dagarnar sum heimleysur í Charleston, South Carolina, búði Adam Shepard á einum heimleysaherbergi og livdi av matkoponum frá tí almenna. Men her fekk hann vinir og arbeiði sum “leysarbeiðari”, sum síðani gav honum høvið at fáa fast arbeiði í einum flutningsfelagi.

Rakk málinum
Tá tíggju mánaðir vóru farnir av royndini, var hann noyddur at steðgað á orsakað av sjúku í familjuni, men longu tá, hevði hann ríkiliga rokkið málinum. Hann var fluttur í íbúð, keypt sær ein pickup-bil og uppsparingin var umleið 5.000 dollarar.

Fyri Adam Shepard snúði tað seg í fyrsta lagi um hugsunarhátt ella hugburð og onki annað, um ein ynskir at koma úr vánaligum korum.

“Ein “fýrur”, sum kom á herbergið ein týsdag, var ákoyrdur fríggjadagin áðrenn av druknum bilførara. Sat í rullustóli. Hann var forfardur, “hey man, títt lív er fullkomiliga broytt”. Hann tók til máls, “ja, tú hevur rætt, men hiðani ætli eg mær út skjótast gjørligt”.

Annar maður var eisini har, sum var gongurførur og hann hevði tað annars gott, men hann flakkaði bara í gøtunum og biddaði á gøtuhornunum. Søgan hjá mær snýr seg um hugburðin mær møtti á vegnum,” sigur Adam Shepard við csmonitor.com.

Hann hevur útgivið bókina “Scratch Beginnings: Me, 25 dollars, and the Search for the American Dream”, sum hann sigur, er ein bók um, hvat ein vanligur amerikumaður kann røkka í sínum lívi, um hann vil.

nj
Keldu 180 grader