Nú heystið av álvara er komið byrja tiltøkini á Klaksvíkar bókasavni eisini.
Nú heystið av álvara er komið byrja tiltøkini á Klaksvíkar bókasavni eisini.
Umframt lesiringin, sum er ein fastur táttur annað hvønn mánað, verða eisini ymisk onnur afturvendandi tiltøk.
Hóskvøldið 30. oktober kl. 19.30 fara vit at spæla sjavs á bókasavninum.Til bera at koma sjálvur ella finna sær ein makkara, so taka vit ein kross ella fleiri, alt eftir hvussu hugurin er. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, um fólk hava hug til tað. Møguleiki er eisini at gera sjavskappingar um áhugi er fyri tí. So tit, sum tíma væl at spæla sjavs, komið á bókasavnið hóskvøldið.
Av øðrum tiltøkum, ið verða í heyst, er vælumtókta bindicafein, sum verður 13. november. Tá fer Sunrid Áarskarð at vegleiða, hvussu ein bindur jólakúlur.
Eisini verður bókacafe aftaná jól, har bókavørðarnir siga frá nýggjastu skaldsøgunum, ið eru komnar á bókasavnið.




