Eivind Jacobsen er sannførdur um at tað í samband við orðaskiftið um hvussu Føroyar verða skipaðar sum valdømir verður kníttur saman við hvussu Føroyar verða skipaðar sum kommunalar eindir. Eg haldi ikki at vit skulu bakka aftur til gomlu valskipanina men finna eina nýggja skipan har tað framvegis verður møguligt hjá einum tjóðveldismanni í Klaksvík at atkvøða fyri Høgna Hoydal í Havn, men har valdømini fáa tryggjað umboðan í løgtinginum. Hetta eigur at verða gjørt samstundis sum kommunubygnaðurin verður broyttur soleiðis at vit fáa sjey sterkar kommunalar eindir.
LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Eivind Jacobsen er sannførdur um at tað í samband við orðaskiftið um hvussu Føroyar verða skipaðar sum valdømir verður kníttur saman við hvussu Føroyar verða skipaðar sum kommunalar eindir.
NORÐLÝSIÐ:
Spurningar til løgtingslimir
Skulu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?
Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunlunum eftir at íløgan er afturgoldin?
Eivind Jacobsen svarar:
Eg haldi ikki at vit skulu bakka aftur til gomlu valskipanina men finna eina nýggja skipan har tað framvegis verður møguligt hjá einum tjóðveldismanni í Klaksvík at atkvøða fyri Høgna Hoydal í Havn, men har valdømini fáa tryggjað umboðan í løgtinginum. Hetta eigur at verða gjørt samstundis sum kommunubygnaðurin verður broyttur soleiðis at vit fáa sjey sterkar kommunalar eindir.
Í samband við støðuna í Norðoya- og Vágatunlunum nú Vágatunnilin er útgoldin og bert fá ár eru til Norðoyatunnilin verður útgoldin, so er ikki annað at gera enn at halda seg til upprunaligu avtaluna um at landið yvirtekur raksturin og ókeypis verður at koyra gjøgnum tunnlarnar.
Um man ikki heldur tað verða ráðiligt at landið yvirtekur raksturin, so eigur ein at fáa eina meira samhaldsfasta skipan við avgjaldi, soleiðis at øll eru við til at rinda kostnaðin, eins og gjørt verður tá aðrar útbyggingar eru gjørdar av samferðslukervinum.




