Tíðindaskriv frá SAMTAK
Í nøgdsemiskanningini sum Skipaeftirlitið og Føroya Fiskimannafelag hava gjørt millum sjófólk kemur greitt fram, at sjófólk meta tað vera sera týdningarmikið, at:
1. bjargingarvenjingar vera gjørdar regluliga
2. bjargingarútgerðin verður eftirhugd og viðlikahildin regluliga
3. landgongin og atkomuviðurskifti verða brúkt og eru í góðum standi
4. standurin á arbeiðsamboðum umborð er góður
5. standurin á skipinum er góður
6. til ber at samskifta við alla manningina
7. skipið er útgjørt við trygdarútgerð (trygdarhjálm, arbeiðsvest o.a.), sum skal nýtast tá manningin arbeiðir á dekkinum
8. maskinur og spøl eru avskermað og tryggjað við neyðavbrótarum
9. reinføri er gott
10. hvílitíðin er nøktandi
11. kosturin umborð er heilsugóðu
Hóast hesi viðurskifti eru mett onkustaðni ímillum týðandi og sera týðandi, so er tað ikki tað sama sum, at hetta er galdandi umborð. Burtursæð frá punkt 6, at til ber at samskifta við alla manningina, so er støðan viðvíkjandi bjargingarvenjingum, trygdarútgerð o.t. nakað verri, enn sjófólkið meta neyðugt.
Treyðugt so, so er standurin ikki so ringur á øllum økjum, men tað sum kortini órógvar er, at so fáar bjargingarvenjingar eru, og at manningarnar eru alt ov illa kunnaði um trygdarskipanirnar. Hinvegin er at fegnast um, at øll sum svarað hava, hava neyðugt heilsuprógv og at 96% hava trygdarprógv.
Skipaeftirlitið, Fiskimannafelagið og onnur hava nú eina greiða ábending um, hvar tað haltar viðvíkjandi trygd og tílíkum umborð, og tí ber til at gera eitt skipað og málrættað arbeiði fyri at bøta um nøkur av viðurskiftunum.
Skula munagóð átøk gerast, so er neyðugt at øll manningarfeløgini saman við Skipaeftirlitinum og møguliga øðrum pørtum við í felag gera eina ætlan fyri, hvussu trygd umborð kann koma í hásæti. Hetta fer helst eitt nú bæði at krevja meir upplýsingar og lættari atgongd til upplýsingar umframt hert eftirlit, og møgulig revsing fyri tey, sum ikki halda lógarkravdu trygdarásetingarnar.




