Shell bjóðar sjófólkum í Norðoyggjum til James Bond í Atlantis
Í samband við frumframførðsluna av nýggja James Bond filminum, Casino Royal, bjóðar Shell sjófólkum í Norðoyggjum, ókeypis atgongumerki. Talan er um tvær sýningar, sum báðar verða fríggjadagin 29. desember – onnur kl. 14.00 og hin kl. 22.30. Niclas Heri Jákupsson, leiðari hjá Shell í Norðoyggjum, sigur í stuttari viðmerking, at ynskiligt hevði verið at fingið fleiri sýningar, men umstøðurnar loyva tí tíverri ikki. Atgongumerkir kunnu heintast á Shellstøðini og er tað avmarka atgongd.




