Hendan vakra sjógvhønan hevur hildið til við bátabrúgvarnar á Vágni í nakrar dagar, um hana verður sagt í Fuglabókini millu annað, at hon er vanligur búfuglur við alskyns vøtn úr Vestureuropa og heilt eystur til Australia. Sjógvhønan kemur ikki longur í útnyrðing enn í Norðuratlantshav. Nakrar fáar eiga í skotsku oyggjunum. Í Íslandi eiga nakrar, men í Íslandi eins og Føroyum sæst hon mest vetrarhálvárið.
Tað var Óli Lysersen á Bakkanum á Stongunum, ið segði okkum frá sjógvhønuni.




