Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Sjóhitarørini styttast

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Sum kunnugt liggja stór sjóhitarør frá sjóhitamiðstøðini yvir um allan Sandin, niðan við skúlanum og heilt yvir til svimjihøllina og ítróttarhallirnar.

Ein grein gongur so oman til Húsarhaldsskúlan, og úr henni skal m.a. Nólsoyar Pálsgarðurin og gamli handilin hjá Kjølbro eisini hava sjóhita.

Men leiðingin til Húsarhaldsskúlan og serliga teir stóru kranarnir liggja, sum er, til fortreð fyri fundamentum og øðrum stoypingum, har skulu gerast.

Tí er nú aftur grivið niður á leiðingarnar og rørini vera skorin av og stytt, har teir stóru kranarnir so verða settir á aftur.

Vatndeildin hjá Klaksvíkar kommunu er partur av hesum arbeiði, og hava teir útvegað eina klemmu, sum klárar at kroysta Ø315-rørini saman, so missurin av brynuvatni verður so lítið sum gjørligt, tá ið rørini verða skorin av.

Annars hevur byggingin av Húsarhaldsskúlanum gingið væl og koma dekkelementini til fyrstu hæddina um einar tríggjar vikur.